Almannaverkið
Útgivið
6. marts 2024
Útgongur
1. juli 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Um størvini
Starvsstaðurin er í Streymoy ella í Vágunum. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tíðarskeiðið er frá 01.06.2024 til 31.08.2024. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur
Eindin Sosialpsykiatri veitir tænastu til ung, vaksin og eldri, sum hava sálarligar avbjóðingar og tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Arbeiðsuppgávurnar á bústovnunum eru fjølbroyttar. Arbeiðið er skipað eftir einum heilsufakligum og miljøterapeutiskum leisti, har búfólkini verða stuðlað í at fáa ein innihaldsríkan og virknan gerandisdag, soleiðis at tey menna og viðlíkahalda sínar førleikar.

Førleikar

Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært fólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at tann einstaki verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Møguleikan at nema góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður og ein vælvirkandi starvsfólkabólk, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 01.07.2024 kl. 23.00. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara, á tlf. 297449. Les meira um eindina Sosialpsykiatri her.

 

Líknandi størv

Avloysarar til eindina Likamligt brek   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
19. april 2024
15. marts 2024
14. marts 2024
13. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið